CEF-samgongan hevur skjótt sitið eitt heilt ár við valdið, og longu hómast búskaparligu avleiðingarnar.
Trivaliga avlopið hjá undanfarnu samgongu hevur sitandi samgonga megnað at vent til stórt hall uppá stutta tíð.
Undanfarna samgonga fekk harðar ákoyringar fyri at hava hall á fíggjarlógini fyri 2020, tá korona herjaði. Táverandi landsstýrið sá tað sum alneyðugt at gera átøk, fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi.
Hetta gav úrtøku, tí árið eftir varð hallið á fíggjarlógini vent til avlop.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo