Tilsamans 3.831 fólk koma til Føroya við Atlantic Airways næstu dagarnar. Tað upplýsir flogfelagið fyri Kringvarpinum.
Tilsamans 30 flogfør lenda hesar dagarnar fram til og við tollaksmessudegi. Øll koma úr Danmark uttan eitt sum kemur úr Íslandi.
Atlantic Airways flýgur allar dagarnar uttan 24, 25. og 31. desember.
Norrøna er í morgun komin á Havnina av seinasta túrinum úr Danmark. Hon fer víðari til Íslands og kemur aftur á Havnina tann 17. desember, og siglir so ikki meira í ár. Fá ferðafólk eru við hesa ársins tíð, upplýsir Smyril Line.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo