Hann byrjaði heldur varisliga, men endaði við at vera stórur profilur í donsku X Factor kappingini, har hann varð nummar 2 í ár.
Kári Fossdalsá av Toftum hevur góða rødd, hann syngur væl, og hann hevur eina natúrliga útstráling, sum styrkir hansara framførslur.
Hann kom mest sum burtur úr ongum, tá ið hann var við í donsku sangkappingini, men hann hevði eyðsýnt talent og mentist í stórum undir kappingini.
Í kvøld tekur hann stigið inn á landsins størsta tónleikatiltak.
Kári Fossdalsá spælir á Torginum kl. 20:30 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo