Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mangan hevur verið funnist at Kringvarpinum, at tað ikki dekkar onkra hending her í Føroyum, ella onkran stóran dag hjá kongshúsinum í Danmark, men tá ið fólkaatkvøður eru um loysing, so er Kringvarpið beinanvegin á staðnum við fleiri fólkum.

Hevur Kringvarpið eina politiska missjón?

Ella er hetta alneyðug kunning fyri allar føroyingar at vita hvussu gongst í Katalonia upp undir - sambært sponsku stjórnini og dómstólum - ólógligu fólkaatkvøðuna?

Hví var Kringvarpið ikki í Kurdistan?

Kringvarpið var manssterkt í Skotlandi, tá ið fólkaatkvøða var har um loysing, og nú aftur á ferð í Katalonia í sambandi við fólkaatkvøðu um loysing.

Fáir norðurlendskir miðlar hava sent fólk oman til Katalonia, men føroyska Kringvarpið hevur nú verið har í fleiri dagar.

VP spyr, hvat lesarin og kringvarpsgjaldarin heldur.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo