Javnan hoyrast politikarar í hesum døgum siga, at tað er ikki meira enn rímuligt at útlendingar gjalda meira enn føroyingar, til dømis tá teir brúka ferjurnar sum sigla ímillum oyggjarnar.
Seinast hevði nýggja valevnið hjá Tjóðveldi, Beinta Løwe, hetta á orði í útvarpssending í morgun.
Hon helt, at nógvu útlendingarnir sum sigla við Sam til Kallsoyar áttu at goldið meira enn vit onnur.
Soleiðis kann Strandferðslan fáa eitt størri ískoyti til raksturin.
Og, hvør skal siga, vit onnur sleppa lættari.
Vit rinda jú longu frammanundan nógv um skattin til Strandferðsluna, tykist vera logikkurin.
Tað sama hoyrist eisini um aðrar farleiðir, eitt nú Mykinesleiðina og um gongd í haga v.m.
Men hetta halda vit ikki vera nakað gott hugskot. Um prísurin skal upp, so skal hann upp fyri øll. Og skal gjaldast, so skulu øll gjalda.
Hvussu skal ferjumaðurin umborð á Sam taka dagar ímillum, hvør er útlendingur?
Hyggja at húðarlitinum?
Er nakað dømi um annað land sum ger slíkan mismun á fólki?
Nakað annað er borgarakort, um tey verða umsitin rætt, og har bert tey við føstum bústaði í eitt nú Mykinesi, sleppa bíligari. Men so má kriteriið eisini vera fastur bústaður og ikki eitt vatnað hugtak sum "tilknýti" sum er ógjørligt at umsita.
Eru føroyingar turistar í egnum landi, so kunnu teir eins væl gjalda fyri tað sum útlendingarnir.
Turistarnir sum eru her gera tað longu bíligari og betri hjá okkum føroyingum at búgva her.
Millum mangt annað við at keypa tey plássini, sum annars eru tóm umborð á bátunum, og soleiðs spjaða teir longu til raksturin.
Hvat verður tað næsta, sum kreativ valevni fara at finna uppá.
Tvey menukort á matstovunum - eitt til føroyingar og eitt annað og dýrari til útlendingar?
Come on!
Tað er ikki klókt at tjippa gullhønuna.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo