Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Dømi eru um, at fólk hava fingið dupultan stuðul, bæði sum lønmóttakarar og sjálvstøðugt vinnurekandi. Og uttan nakrantíð at hava havt nakra serliga inntøku. Tað einasta sum eftir øllum at døma krevst, fyri at fáa atgongd til henda stuðulin, er eitt v-tal. Ikki er neyðugt við nakrari nevniverdari inntøku. Bara eitt V-tal.

 

Mann má klípa seg sjálvan í armin og spyrja, um tað veruliga kann passa. Men tað ger tað. Tí tað er ALS stýrið sjálvt sum avdúkar - ja, sín egna ódugnaskap, kann mann freistast at halda. Tí hóast tað ikki er stýrið sum hevur gjørt holutu lógina, so áttu tey at havt fingurin so frætt á pulsinum, at lýti sum hesi ongantíð sluppu at standa og rópa til himmals. Sita tey bara og nikka og yppa øksl?

 

Tað má liggja frammarliga í huganum hjá øllum, sum gera og umsita hjálparskipanir, at tað altíð eru tey, sum royna at sleppa upp í part, hóast tey ikki hava brúk fyri hjálp. Tey oyðileggja tað fyri hini, tey sum veruliga hava brúk fyri hjálpini. Og oyðileggja breiða stuðulin, sum slíkar skipanir helst skulu hava ímillum manna.

 

Eitt annað, sum kann tykjast órættvíst, og sum átti at verið rættað í somu umbering, er at tey sum eru arbeiðsleys av øðrum enn Korona, fáa eina minni upphædd úr ALS enn tey sum eru koronaarbeiðsleys. Hvørja meining gevur tað? Var tað aftur eitt ryggleyst stýri sum hoknaði fyri trýsti?

 

Og so hevði tað kanska eisini verið uppá sítt pláss, at munur var gjørdur á ungfólki, sum búgva heima hjá foreldrum, og tí ongar útreiðslur hava til býli, og so teimum sum vóru komin tað pettið longur í lívinum. Altso sum høvdu fastar býlisútreiðslur. Tað mátti kunna verið ordnað við einum spurningi á umsóknarblaðnum.

 

Eisini er vert at umhugsa, um tað ikki er rættast at lata fult gjøgnumskygni vera í hjálparpakka 2, so øll kunnu fáa at vita, hvørji vinnuvirki fáa almennan stuðul. Fyri at tryggja, at øll fáa somu viðferð.

 

Væl vita vit, at tað skuldi ganga skjótt. Men tá ongin málsviðgerð er, henda mistøk sum hesi.  

 

Tað er at fáa tey rættað sum skjótast.

 

So rættvísiskenslan hjá fólki ikki verður skeiklað.

 

Tað meinar VP!

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo