Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit føroyingar hava ein liberalan hugburð tá tað kemur til hetta at lata seg í. Helst av góðum grundum, tí klæði her hjá okkum til allar tíðir fyrst og fremst munnu hava havt tað funktión at halda hitan og ikki at hugtaka onnur ella senda boðskapir av einum ella øðrum slagi. Tað praktiska hevur vunnið á tí visuella og smarta, kunnu vit kanska siga.

Hetta er langt frá øðrum mentanum. Vit skulu ikki longur enn til Bretlands har klæði frá barnsbeini eisini hava ein annan týdning ígjøgnum skúlauniformin, sum børnini skulu vera í tá tey koma í skúla.

Men eitt er at vera frísinnað/ur og njóta eitt frælsi, annað er at duga at umsita hetta frælsið.

Í seinastuni hava tvey mál merkt tíðindaflutningin. Annað hevur sín uppruna í løgtinginum, har uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir fór á røðarapallin í eini troyggju við áskriftini "feminist". Tað sendi so mikið álvarslig signal, at tingformaðurin nú ætlar at taka stig til at seta í verk ein klædnapolitikk fyri løgtingið. Nakað sum higartil hevur verið óneyðugt.

Hitt málið hevur sín uppruna í klædnadraktini hjá einum KvF journalisti sum var í hermannaklæðum tá hann rapporteraði frá eini hending í Havn. Sjálvur hevur hann greitt frá, at hann skonkti tí ikki ein tanka at eitt plagg, hann var í, skuldi elva til slík forargilsi sum hava verið at sæð á sosialu miðlunum. Um KvF nú fer at seta í verk ein politikk viðvíkjandi klæðum hjá starvsfólkunum er ógreitt.

Vit kunnu spyrja hvat hevði hent, um eitt tíðindafólk trein fram á skýggjan, ella ein politikari trein uppá tingsins røðarapall, ílatin eina troyggju frá Sea Shepherd.

Vit halda, at tað er so sjálvsagt at ein stovnur sum KvF má hava leiðreglur fyri hvat er sømuligt. Tað kann ikki vera meiningin at innihaldið í eini søgu, sum verður søgd, skal drukna í kjaki um hvørjum klæðum journalisturin er í. Her eigur KvF at fylgja fyrimyndini úr Løgtinginum.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo