At leggjast fyri er eitt luksus, sum eingin ísraeli kann loyva sær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Nevndin fyri Við Tjarnir leitar eftir einum stjóra til stórhøllina, sum verður ein nýggjur mentanardepil fyri alt landið.‍

‍Vit ynskja ein stjóra, sum megnar at bæði leiða og umboða, samstundis sum tú ikki ert bangin fyri at luttaka í øllum tí, sum skal til fyri at reka og menna mentanar-, trivnaðar-, rørslu- og heilsuvirksemi í stórhøllini Við Tjarnir.

‍Fyri rætta persónin er talan um eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har fyrsta tíðin verður merkt av, at tað verður neyðugt at vera slóðbrótandi og ganga undan.

‍Stjórin hevur beinleiðis tílvísing til nevndina. Fyrstu tíðina kemur stjórin at arbeiða í tøttum samstarvi við nevndina og bygginevndina, sum eru settar í samband við byggingina av høllini.

‍Nærri lýsing av starvinum og førleikakrøvum sæst í stjóraprofilinum.

Sí stjóraprofilin.

LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið verður sett frá 1. august 2024, ella skjótast gjørligt eftir hetta. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. juli 2024.

Umsóknir skulu sendast til starv@tjarnir.fo.
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Heðin Mortensen, formann, á tlf. 211196, ella Jógvan Emil Nielsen, samskipara, á tlf. 794915.

‍Víst verður eisini til heimasíðuna hjá høllini Við Tjarnir: www.tjarnir.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo