Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Heilsustýrið søkir eftir einum ágrýtnum og royndum KT-fólki, sum skal vera við til at tryggja og menna telduskipanir, servarar og dátugrunnar á stovninum. Starvið fevnir um dagligan rakstur, viðlíkahald og umsiting av KT-undirstøðukervinum.

Stovnurin
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin umsitur eisini heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið í Føroyum.

Heilsustýrið umsitur og viðlíkaheldur fleiri týðandi fakskipanir, sum krevja neyva umsiting og viðlíkahald. Stovnurin hevur umfatandi dátugoymslur, sum krevja høga trygd og ábyrgdarfulla handfaring. Hetta inniber umsiting av dátuskráum og samskipan av heilsudátum í Føroyum við serligum denti á trygd.

Uppgávur
- Dagligur rakstur og viðlíkahald av servarum og skipanum.
- Uppseting og dagføring av telduskipanum og forritum.
- Umsiting av trygdaravritan og endurskapan av dátum.
- Útgreining og loysn av tøkniligum trupulleikum í samstarvi við ymiskar deildir.
- Uppfylging og verkseting av nýggjum tøkniligum loysnum og verkætlanum.
- Umsiting og viðlíkahald av fakskipanum innan heilsuøkið.

Førleikar
- Útbúgving innan tøkni ella KT, so sum teldufrøði, KT-verkfrøði ella líknandi.
- Royndir við servarastýring, netverkum og dátugrunnum.
- Royndir at arbeiða við Python, Perl ella líknandi.
- Góð evni at loysa tekniskar trupuleikar og at samskifta um teknisk evni.
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- Má duga føroyskt og enskt væl í skrift og talu.

Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er umráðandi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.

Tú hevur góðar førleikar at samskifta á føroyskum og enskum.

Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Freistin at søkja er 1. juli 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo.

Fá meira at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo