At leggjast fyri er eitt luksus, sum eingin ísraeli kann loyva sær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Kvívíkar kommuna søkir eftir einum handverkara til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 19. august 2024 ella eftir avtalu.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og samstarvssinnaðum handverkara til hetta virksemi.

Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á trivnaðin, og at veita fleiri og betri tænastur til allar okkara borgarar.

Í arbeiðstoyminum starvast formaður, tøknileiðari og fýra fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við viðlíkahaldi av bygningum, vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

Arbeiðsøkið hjá arbeiðstoyminum er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum í øllum bygdunum í kommununi.

Starvsinnihald
• Vanligt viðlíkahald av bygningum, útbúnaði og øki rundan um bygningarnar
• Viðlíkahald av vatnverkinum
• Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv
• Handverkaraútbúgving
• Koyrikort B
• Stórt koyrikort og kranaloyvi er ein fyrimunur
• Góðan tekniskan førleikan og/ella tøkniligan sans
• Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
• Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði
• Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
• Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
• Umráðandi er, at viðkomandi er røkin, jaligur, væl skipaður, dugir væl við fólki og er tænastusinnað/ur

Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkanna.

Meira fæst at vita
Um hetta hevur tín áhuga ber til at venda sær til Magnus Svarthamar, arbeiðsformmann á telefon 292401, fyri at fáa nærri upplýsingar.

Umsókn
Umsóknin og viðkomandi prógv skulu sendast til kvivik@kvivik.fo

Freist
Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 24.06.2024

Um Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna er virkin og fjølbroytt kommuna við umleið 600 íbúgvum. Kommunan fevnir um bygdirnar Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skæling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo