Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit hava havt tað á lofti áður í hesum teigi. Tey meiningsleysu verkfallini sum føroysk fakfeløg kasta sínar limir út í og sum ofta hava álvarsligar avleiðingar fyri nógv onnur og ósek, sum ongan lut eiga í trætuni.

Føroya Lærarafelag hevur júst gjørt nýggjan sáttmála, men pedagogverkfallið er feskt í minninum hjá teimum flestu.

Gevur tað nakra meining, spyrja vit uppaftur.

Endurgjaldið, sum tey í verkfalli og tey verkbannaðu fáa frá fakfelagnum fyri mista inntøku, er dupult skattað. Lønmóttakarin man hava lítið meira enn 30 krónur eftir av hvørjum 100 krónu seðli tá avtornar. Afturfyri eitt sløð omaná lønina, sum má kunna fáast bíligari.

Ein annar spurningur er, hvussu tey munnu kenna tað, sum eru til arbeiðis tí ymisk undantøk verða givin. Og nú, tá gerast skal upp, fáa somu løn sum tey, sum vóru heima í verkfalli, ella tí tey vóru verkbannaði. Tað er jú ein sannroynd, at fakfeløgini ikki longur eru líka røsk at mobilisera limirnar undir eini konflikt. Og hjá summum man talan vera um eitt slag av frítíð, ímeðan onnur bara skulu renna skjótari enn vanligt, men fyri somu løn sum vanligt. Hvussu við rættvísiskensluni hjá teimum?

At vit í Føroyum skulu hava so nógv og smá fakfeløg er tankavekjandi. Eisini tað, at somu feløg ikki hava megnað betri at staðið saman, er tankavekjandi. Fyri ikki um at tala eru løgd saman, til frama fyri limirnar.

Er í veruleikanum talan um smá kongaríki, skapt av okkara tiltikna sundurlyndið?

Mundi tað í veruleikanum ikki verið nóg nógv við tveimum fakfeløgum í Føroyum, einum á privata og einum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Har stórar útreiðslur, sum í dag fara til standard umsiting, varð spard burtur til frama fyri limirnar?

Vit eru eisini eitt tiltikið tolið fólkaslag. Heimsmeistarar í at yppa øksl, lata standa til og ikki seta ov nógvar spurningar.

Fakfeløgini eru áhugafeløg sum skulu røkja áhugamálini hjá sínum limum. Hvørki meira ella minni.

Tað má kunna gerast betri og bíligari.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo