Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Støðan í Heilsuverkinum er spentari nú enn nakrantíð.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava sagt hertil-og-ikki-longur, tí teir og tær vilja hava eina ordiliga løn fyri sítt arbeiði. Tað hevur ikki verið tilfeldið higartil, eftir teirra tykki, og vit hava lyndi til at geva teimum rætt.

Hvørjum líkist tað, at hesi fólkini, hvørs umsorgan vit øll, høgur sum lágur, hava notið ella fara at njóta gott av, sum í sínum dagliga yrki geva so nógv av sær sjálvum, og sum óivað hava trupult at leggja ofta sálarliga krevjandi arbeiðið frá sær, tá tær hava frí, ikki fáa frægari løn enn tað sama.

Sjálvandi vilja allir starvsbólkar innan tað almenna royna at framhevja sínar dygdir og vísa á, hvussu stóran leiklut júst tey hava í einum vælfungerandi samfelag. Og sjálvandi stúrir lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fyri avleiðingunum, um nú ein yrkisbólkur sleppur at "bróta seg leysan" úr frammanundan fastløstum strukturum, og hvussu vit verða virðismett og innplaserað í mun til onnur.

Men, hondina á hjartað, hví hevur til dømis ein løgfrøðingur ella búskaparfrøðingur í miðfyrisitingini ella ein -frøðingur av onkrum slagi, sum kanska starvast sum undirvísari á einum føroyskum miðnámsskúla, uppiborið eina løn sum er so nógv hægri enn ein sjúkrarøktarfrøðingur?

Skulu vit ikki gera upp við okkara núverandi hátt at løna starvsbólkum, sum í mangar mátar er kjølfestur í gomlum maktstrukturum og lægri virðing fyri siðbundnum kvinnustørvum?

- Jamen geva vit teimum ikki kappingarføra løn, so rýma tey av landinum. So finna tey sær eitt starv aðrastaðni, har tey fáa betri løn, er eitt sjónarmið sum viðhvørt hoyrist, tá akademikarar skulu hava meir í lønarposan. Er tað argumentið ikki galdandi fyri øll, eisini sjúkrarøktarfrøðingarnar, spyrja vit?

Føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er, eins og aðrar føroyskar útbúgvingar, seinastu árini lyft upp á bachelorstøði, frammanfyri líknandi útbúgving í eitt nú Danmark. Bara hetta eigur at geva teimum rætt til at sleppa framat munandi betri løn enn tilfeldið er.

So tit sum sita á kassanum: Setið handling aftanfyri tykkara tos og vallyfti um bleyt virði.

Gevið sjúkrarøktarfrøðingunum eina uppiborna viðurkenning og rættið handa skeivleikan.

Áðrenn týsdagin!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo