Tað er eftir øllum at dømi ikki so týdningarmikið fyri eitt nýmótans samfelag at hava eitt fjølbroytt miðlalandslag. At hava fleiri sterkar og kompetentar redaktiónir, sum kunnu geva hvørjum øðrum mótspæl. At skapa fleiri arbeiðspláss til hesar samfelagsins vakthundar, sum journalistar viðhvørt verða sagdir at vera. Journalistisk arbeiðspláss, væl at merkja.
Tað má bara staðfestast, at tey sum hava latið seg stilla upp til løgtingsvalið 8. desembur hava ikki skirvisliga føroyska miðlalandslagið frammarliga í tonkunum, tá tey agitera.
Kanska av góðum orsøkum. Tey munnu helst ikki halda, at tað eru nógvar atkvøður at fáa á henda hátt.
Men tað er nú spell, tí eitt løgtingsval átti at verið ein gyltur møguleiki til at víst á gongdar leiðir og hvussu ítøkiligar ábøtur kunnu gerast á viðurskifti sum ikki eru nóg góð. Tað er jú púra vanligt í øðrum londum, Danmark til dømis, at gera miðlakommissiónir og breiðar politiskar miðlasemjur. Tí man hevur ásannað, at tað eru viðurskifti sum krevja ábøtur. Og at miðlarnir eru týdningarmiklir partar av modernaða fólkaræðinum.
Men vit kunnu gera eina roynd at koma við einum boði uppá, hvussu føroyingar kunnu fáa meira kompetentar miðlar. Og hvussu statsmiðilin, Kringvarp Føroya, kann fáa veruligt mótspæl.
Hevði tað verið eitt hugskot, at verandi miðlastuðul, einar tvær milliónir krónur árliga, verður koyrdur í ein pott, sum skal brúkast til at gera ein nýggjan føroyskan hálvalmennan og hálvprivatan miðil sum skal virka eftir somu public service reglum sum KvF? Privatu miðlarnir kundu valt at blivið partur av hesum nýggja miðlinum, um eigararnir hildu tað vera ein fyrimun. Starvsfólk, brúkarar, inntøkur og útreiðslur fylgdu við. Og ein lutfalsligur ognarskapur í nýggja miðlinum eisini. Uppskotið er ikki fullfíggjað, og minni enn so liðugt hugsað. Men tað er kanska ein byrjan.
Avbjóðingin hjá miðlunum eru inntøkurnar. Vit eru heilt einfalt ov fáir føroyingar til at gjalda tað sum tað kostar at reka eina redaktión við einum nóg stórum starvsfólkamassa. Men við netinum er alt tað, sum plagdi at dýrka um raksturin blivið burtur. Netið er jú bæði avís, útvarp og sjónvarp alt í senn. Og tað kostar nógv minni. So øll orkan kundi farið til journalistiska partin, og sum minst til umsiting.
Er tað ikki vert eina roynd?
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo