Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit koma helst ongantíð at fáa eina fullkomuliga rættvísa loysn. Men nú tá kommunurnar hvør í sínum lagi gera, sum tær halda vera best, er spurningurin um ikki bara landið, nú so nógvar skundloysnir kortini verða gjørdar, eisini skuldi tikið um endan her.

 

Almennu Føroyar hava sagt, at best er um so lítið virksemi er sum gjørligt. Tað inniber millum annað, at nógv antin arbeiða heimanifrá, ella eru send heim við løn úr ALS. Men summi noyðast vit at heita á um at halda fram. Til dømis tey sum arbeiða innan heilsu- og almannaverkið, í matvøruhandlum og eisini í ávísan mun innan barnaansing.

 

Men hví skulu tey, sum í veruleikanum dragsa tað tunga hoyggið fyri felagsskapin, og tí senda síni børn í ein tóman barnagarð, gjalda, tá onnur sleppa undan? Eru vit ikki í hesi støðuni saman, og er tað ikki ófrívilligt at tingini eru, sum tey eru?

 

Vit hava seinastu vikurnar hoyrt nógv um, at ikki allar familjur hava tað ideelt, tá tey eru tvungin at vera saman. Eitt nú um rúsdrekkatrupulleikar eru uppií. Men man tað ikki vera tey fægstu, tá samanum kemur? Man tað ikki vera nógvar familjur, sum hesar seinastu vikurnar hava havt tað gott saman? Familjur, har bæði børn og vaksin veruliga stórtrívast og, hóast alt, fara at minnast aftur á hesa tíðina við gleði og - hvør veit - kanska enntá leingjast eftir henni.

 

Rættast hevði verið, um landið bara skar ígjøgnum og gjørdi eina solidariska loysn, har alt sum eitur barnaansingargjald verður strikað hjá øllum foreldrum so leingi sum hetta varar.

 

Tað meinar VP.

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo