Alt hevur sína tíð. Tá vit fingu ein almennan útvarpsmiðil, og seinni eisini ein sjónvarpsmiðil, var tað kanska natúrligt, at tað almenna lyfti uppgávuna. Men monopolið var eftir drúgva júkan avtikið og vit hava í dag fleiri smáar komersiellar miðlar, sum allir meir og minni dansa eftir pípuni hjá teimum sum føða teir - lýsarunum.
Vit mugu tora at spyrja um lisenspengarnir, sum Kvf í dag fær, verða brúktir mest skynsamt. Tí hvussu kunnu vit í veruleikanum vita nakað um tað? Hvønn hava vit at samanbera við?
Hevði tað ikki verið skilabetri at tríggjar ella fýra fjølmiðlafyritøkur fingu ein trivaligan part av Kvf puljuni at býta sínamillum? Tað hevði heilt víst elvt til størri kapping og margfeldni í eintáttaða føroyska miðlalandslagnum.
Høvi at taka hetta fram nú er miðlastuðulin, sum landsstýri í hesum døgum fer at býta út til ávísar privatar miðlafyritøkur, sum sleppa ígjøgnum nálareygað. Allur bati bøtir, kundi ein sagt, men tá til stykkis kemur, so er hetta helst lítið meira enn ein sjattur av tí sum skal til, skal tað muna nakað. Í grannalondunum byrjaði ein líknandi tilgongd fyri nógvum árum síðani, tá til dømis TV2 lutvíst fíggjað við lisenspengum fór at kappast við verðandi almenna public service stovnin. Vit í Føroyum høvdu eisini eina ávisa kapping, tá útvarp og sjónvarp var hvør sín stovnur, men tað broyttu politikararnir sum kunnugt.
Vit kunnu eisini spyrja, um tað ikki er at leggja ov tungar byrðar á tey sum manna Kvf tá tey skulu gera øllum til vildar allatíðina. Tí hetta er á ongan hátt eitt álop á Kringvarp Føroya. Hondina á hjartað, hagani koma nógvar góðar sendingar ímillum ár og dag. Men hvussu kunnu vit vita, um tað ikki kundi verið uppaftur betri? Hvat hava vit at samanbera við?
Onkur kanska hevur hug at halda, at Miðlahúsið er ein privat miðlafyritøka, sum gevur Kvf mótspæl. Men so er jú ikki. Tað er málið um skattafrádráttin hjá Eik eitt gott dømi um, har báðir miðlar enntá samstarva um at náa einum frammanundan defineraðum úrsliti. Og har tað sjálvandi bara kann lata seg gera, tí tað ikki er Betri sum heldur hondina undir Miðlahúsinum.
Vit halda, at tað almenna eigur at taka stigið av álvara at fjøltátta føroyska miðlalandslagið við at býta lisenspengarnar hjá Kvf til fleiri enn tann eina miðilin.
Les eisini: 60 ár afturat við Kvf?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo