Voxbotn og Betri Ung hava aftur í ár gjørt samstarvsavtalu, ið inniber, at ungdómsdeildin hjá Betri verður ein av stuðlunum hjá stóra konserttiltakinum Okkara Voxbotn, sum verður leygardagin 30. juni 2018.
Sum altíð, er endamálið við tiltakinum at geva ungum sum eldri góðan tónleik og undirhald í 12 tímar niðri í Vágsbotni í Havn. Og Okkara Voxbotn 2018 verður einki undantak, tí tær flestu avtalurnar við stóru útlendsku og føroysku bólkarnar, eru longu komnar uppá pláss. Og um heilt stutta tíð fara fyriskipararnir at avdúka tað fyrsta høvuðsnavnið samstundis sum atgongumerkjasølan byrjar.
- At fáa tær stóru stjørnurnar til Føroyar í bestu spælitíð um summarið kostar nógv, og tí eru vit sera fegin um, at Betri Ung aftur í ár stuðlar Voxbotn. Uttan ein slíkan stuðul hevði illa borið til at fingið tey stóru nøvnuni hendanvegin, sigur Háldan Haldansen, ið er ein av fyriskiparunum.
Konsertiltakið hevur undanfarin ár eydnast somikið væl, at útselt hevur verið øll árini síðani tiltakið var hildið fyri fyrstu ferð í 2012. Seinast varð útselt fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði.
Betri hevur verið stuðul hjá Voxbotn øll árini, og á Betri Ung fegnast tey eisini um samstarvsavtaluna við Voxbotn.
- Vit eru sera fegin um aftur í ár at hava gjørt avtalu við Voxbotn. Tiltakið er væl fyriskipað og hóskar sera væl til okkara kundabólk, sigur Liljan Djurhuus, leiðari fyri Betri Ung.
- Við avtaluni fara vit at hava ymiskar kappingar á okkara Facebook síðu, har møguleiki verður at vinna atgongumerki til Voxbotn. Somuleiðis fer sum nakað nýtt at bera til at fáa armbond til Okkara Voxbotn 2018 á deildum hjá Betri Ung í vikuni, sum tiltakið er, sigur Liljan at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo