Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á ráðstevnu fyri lærarar og leiðarar í oktober hevði Jóngerð Nielsen, forkvinna í Foreldrafelagnum Heimi & skúla, framløgu undir heitinum ‘mennandi samstarv’.

- Vit geva okkum vanliga ikki so stórt far um, hvat hvør einstakur okkara leggur í orðini ‘mennandi samstarv’. Í nevndini í Heimi & skúla eru ymsar meiningar um, hvat hetta merkir. Tí royndi eg í framløguni at taka ymiskt fram, sum kann koma undir ‘mennandi samstarv’, og at tulka hugtøkini.

Jóngerð Nielsen sigur, at tað hevur týdning í skúlahøpi at seta orð á, hvat mennandi samstarv kann merkja.

- Vit eiga alla staðni í skúlahøpi at royna at seta orð á, hvat menning merkir fyri okkum. Merkir tað, at vit kunnu fara inn í eitt samstarv? Og hvat skal eg hava við inn í tað samstarvið? Fyrsta treytin er at vera forvitin eftir at vita, hvat endamálið er við samstarvinum, sum vit fara undir. Hvat haldi eg er mennandi í tí? Tá ið talan er um námsfrøðiligt samstarv, so hugsi eg, at tað er mennandi fyri læraran at vita, hvørji krøv sambært lóg verða sett.

- Fyri foreldur er tað mennandi at vita, hvørjar tankar lærarin hevur gjørt sær um námsfrøðiligu ætlanina, viðkomandi leggur upp til. Fyri barnið kann tað vera mennandi at vita, hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær um námsfrøðiligu ætlanina samanborið við tað, sum lærarin heldur.

- Í stuttum snýr tað seg um at koma inn á kjarnuna í samstarvinum. Samstarv merkir, at vit saman starva um sama endamálið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo