Undir viðgerðini í dag av uppskotinum um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn, varð fleiri ferðir nevnt at fólk eru sum bæði leiga frá Bústøðum og eiga sethús.
VP spurdi stjóran í Bústøðum, Andras Róin, um hetta er satt, og var stjórin skjótur at svara:
- Vit vita ikki hvat ið okkara leigarar eiga ella hvat ið tey forvinna.
- Men tey skulu búgva hjá okkum við addressu hjá okkum, svarar stjórin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo