Vit møtast vit skiljast
Nøkur sambond vara lívið út
Onnur kennir man eitt tíðarskeið
Kanska var tað neyðugt
Man lærur altíð okkurt
Hvat lærdi man
Onnur eru flutt í annan bústað
Síggi tey í sinninum fara framvið
Til ein og hvønn teirra hoyrir ein søga
Sum bara er tykkara
Onnur lærur man at kenna seinni í lívinum
og kann hetta gerast ein gáva
Lívsvitnini eru dýrabar
Tey vóru – Tey eru – Tey vera verandi
AnnaElisabeth Hansdóttir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo