Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: Brasilski leikstjórin Daniel Bandeira (1979), er í hesum døgum í listafólkabústaði í Føroyum.
Í hesum sambandi verður virðislønti spenningsfilmur hansara Property sýndur til eina sersýning í Havnar Bio, mánakvøldið kl. 19:00.

Gudmund Helmsdal fer at seta spurningar til leikstjóran eftir filmin.

Fyri at verja seg ímóti arbeiðsfólkinum á arvafesti sínum, sum nú gera uppreistur, læsir sniðgevin Teresa seg inni í einum brynjaðum bili. Klokkan gongur, og spenningurin økist so hvørt. Einans hert glas skilir nú teirra heim sundur - og ikki slepst undan einum samanbresti.

Property er ein spennandi og óhugnaligur filmur um politiskan veruleikan í Brasilia og vísir gjónna millum eliteru individualismuna hjá teimum ríku, og kollektiva vreiðina hjá teimum fátøku í landinum.

Tað er ein samanrenning av John Carpenter og Sam Peckinpah, um teir settu sjóneykuna á radikalu kapitalismuna.

Filmurin hevði frumsýning á filmsstevnuni í Berlin í ár, og hevur síðan ferðast víða á festivalum. Hann vann høvuðsvinningin á Fantastic Fest í Austin, Texas, ið er stórsti og mest umráðandi filmsstevnan fyri spenningsfilmar.

Filmurin er 101 minuttir til longdar, og tað verða uml. 10 min. til samrøðu og spurningar við leikstjóran eftir sýningina.

Tað verður bert ein sýning.

Filmurin er ikki fyri børn.

Mánakvøldið 30. Oktober kl. 19:00 í Havnar Bio.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo