Skúlablaðið: At skipa vinaflokkar hevur nøkur ár á baki í Skúlanum við Løgmannabreyt. Skipanin er, at tveir flokkar á hvør sínum floksstigi eru vinaflokkar, nevniliga fyrsti og fimti, annar og sætti, triði og sjeyndi, og fjórði og áttandi flokkur. Flokkarnir halda á at vera vinaflokkar alla skúlagongdina. Tá ið fjórði verður fimti, so eru tað tey, sum skulu taka sær av teimum yngstu, sum akkurát eru byrjað í skúlanum, men tey hava framvegis níggjunda flokk, sum er teirra upprunavinaflokkur at hella seg til.
- Í praksis merkir tað at vera vinaflokkur, at ein ávísur næmingur í til dømis fyrsta flokki er vinur við ein ávísan næming í fimta flokki. Vit hava fyrilit fyri, at næmingasamansetingin onkursvegna gongur upp við talið á næmingum, kyni, tørvi og øðrum, soleiðis at øll kunnu taka undir við skipanini; tí er forarbeiðið at skipa vinaflokkarnar sera umráðandi, um tað skal eydnast. Flokkarnir fáa góða kunning um, hví vit hava vinaflokk, hvat endamálið er og so framvegis. Endamálið er, at næmingarnir altíð hava ein vin í skúlanum, sum tey kenna og kunnu tosa við í skúlanum, til dømis í fríkorterinum, um okkurt er á vási. Tey gerast so við og við fortrólig við hvønn annan. Vit gera ymiskt saman, fyrst fyri at læra hvønn annan at kenna, men síðan gera vit annað, til dømis at tann eldri lesur fyri tí yngra; vit kvøða saman á vári, dansa jólatræ upp undir jól, gera útferðir, har tann eldri hevur ábyrgdina av tí yngra og so framvegis.
Flestu næmingunum dámar hetta sera væl, ganga høgt upp í tað og gleða seg at verða tann eldri flokkurin, sum tekur sær av teimum yngru. Hetta bindur skúlan eitt sindur meiri saman, heldur Sigrid av Reyni Thomassen.
- Í øllum førum knýtir tað teir eldru meiri saman við teimum yngru, og tað í sjálvum sær er gott; vit síggja tað eisini, tá ið vit dansa jólatræ, at næmingarnir er farnir frá at stuttleika sær við at hála og skumpa, til heldur at hugsa um, um floksvinurin hevur tað gott. Hetta hevur skapt ró og hugna. Tey læra nógv av at hava onkran yngri at taka sær av. Sama ger seg galdandi við spæliliðnum; tað er læruríkt at hava ábyrgd av øðrum næmingum. Hetta er góður lærdómur at fáa.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo