Mittasti ljóssteyrin við fótbóltsvøllin í Sørvági helt ikki til nógva vindin, sum hevur verið.
Hann datt útí Stórá og tók nøkur av áskoðaraplássunum við sær í fallinum.
Eisini eru flaggstengurnar, sum júst eru uppsettar við vestara endan á vøllinum, farnar í nógva vindinum, skrivar Rodmund á Kelduni saman við hesum myndunum, sum hann tók.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo