Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Nú verður farið undir at fyrireika ólavsøkuskránna. Hevur tú ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltaki innan ítrótt, undirhald, mentan ella líknandi, skalt tú boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi 1. juli.

Vilt tú hava eitt tiltak við í skránna, kanst tú boða kommununi frá við at fylla út fráboðanarskjalið á Vanganum.

Eins og undanfarin ár, verða matskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum og tílík kunning ikki partur av ólavsøkuskránni.

Boða frá tilfari til ólavsøkuskránna á Vanganum

Korona
Tórshavnar kommuna eygleiðir gongdina og skipar ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni.

Meira kunning um ólavsøkuna verður at frætta á www.torshavn.fo

Fært tú ikki brúkt Vangan?
Fært tú ikki brúkt Vangan, ber til at taka fráboðanarskjalið niður á hesari síðuni og fylla tað út. Fráboðanarskjalið skal sendast til torshavn(at)torshavn.fo.

Boða frá tilfari til ólavsøkuskránna (fráboðanarskjal)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo