VP hevur skilt, at mótparturin hjá Kringvarpsstjóranum, Liljan Weihe, sjálv søkti starvið, sum Johnny í Grótinum fekk.
Í Vikuskiftis Sosialinum er aftur ein drúgv søga um ”orrustuna í Kringvarpinum”, sum blaðið kallar málið.
Dekningurin á teim trimum heilsíðunum í Vikuskiftis Sosialinum byggir á útalilsir frá sakføraranum hjá Liljuni sjálvari.
Aftur kann lesarin undrast á, hvussu tað ber til, at sama blað upp í saman fær øll skjøl at kunngera.
Hvør er keldan, sum er so tíðindafróð yvirfyri Sosalinum, og hví?
17 ferðir verður navnið á sakføraranum nevnt beinleiðis í greinini.
Umframt verður sami sakførari eisini nevndur við tilsipingum sum ”sakførarin” og ”hann”.
Eingin onnur kelda er í greinini.
VP spyr, um hetta er blaðmannavirksemi, sum tað almenna, tað vil siga Mentamálaráðið við Rigmor Dam á odda og eini fortíð á sama blað, heldur er vert at stuðla?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo