Seinastu dagarnar hevur ein roysningur hildið til á leiðini við Miðvág og Sandavág.
Á hesum videobrotinum, sum Jákup Pauli í Eyðansstovu hevur tikið, sæst roysningurin slanga sær á einum aliringi hjá Hiddenfjord.
Tað er ikki vanligt at síggja roysning í Føroyum, tó at tað kemur fyri av og á. Fyri nøkrum árum síðani var ein í Vestmannasundi, men hann hevði ikki eyðkendu stóru høggtenninar sum bæði kynini á roysningi annars hava. Kanska tí hann var so ungur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo