"Eg helt at himmalin kom til mín" segði ein maður sum fekk eina heilt serliga uppliving við Norðlýsinum herfyri. Tað sá út sum tað dansaði á luftini í fleiri litum.
Serfrøðingar siga, at tað er sera sjáldan at grønt og ljósareytt eru í norðlýsinum samstundis.
Men sum stilla myndin á forsíðuni, sum er tikin av myndamanninum hjá VP í Vágum, vísir, so hendir tað eisini í Føroyum.
Livandi myndirnar eru frá Yellowknife í Kanada, og eru farnar kring allan heim á netinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo