Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein privat samrøða millum sjálvstøðuga forsetavalevnið Robert F. Kennedy Jr. og republikanska valevnið Donald Trump er likin út á netið, skrivar danska TV 2.

Kennedy hevur hátalaran frá, og tí hoyrist Trump í videobrotinum, sum roynir at lokka Kennedy til at gevast og í staðin stuðla honum, tí tað hevði verið "so gott fyri teg og stórt fyri teg" tí "vit fara at vinna". Trump hoyrist eisini kritisera koppsetingar, og tosa um morðroyndina leygardagin og at skotið, sum bar við oyrað, kendist sum "heimsins størsti mýggjabiti."

Næstan beint eftir lekan hevur so Robert F. Kennedy Jr. biðið Trump um umbering. Samrøðan var ikki ætlað at taka upp, skrivar hann á X.

- Tá Trump forseti ringdi til mín, tók eg upp við einum innanhýsis videografi. Eg átti at givið videografinum boð um at steðga upptøkuni beinanvegin. Eg eri harmur um, at hetta varð likið.

Trump hevur enn ikki havt nakra viðmerking til videobrotið av samrøðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo