![Lundi 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/9/csm_lundi_01_c00987e495.jpg)
![Lundi 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/9/csm_lundi_01_c00987e495.jpg)
Tað er meira sjaldsamt at djór duga at brúka amboð - men tað er kortini ávíst í onkrum førum, bæði hjá fugli og súgdjórum.
Men nú hava fuglafrøðingar á Grímsey í Íslandi eisini fingið videoupptøkur av einum lunda, sum dregur ymiskt inn í holuna, og í sama viðfangi brúkar ein træpinn til at kláa sær í bringuni.
Upptøkurnar hava vakt ans, og eru endurgivnar í miðlum um allan heim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo