Í vetur settu menn sær fyri at fáa lív aftur í Klaksvíkar manskór, sum hevur ligið í dvala í 25 ár.
Tað gekk nokk so strilti at byrja við at fáa nokk av monnum, so hesin veturin er farin til at rekrutera menn, og korona órógvaði eisini fyri ein part. Nakrir av monnunum eru frá gamla kórinum og fleiri eru nýggir og púra óroyndir innan kórsang.
Men nú er gongd komin á, og mikukvøldið 6. apríl hevði ný endurstovnaða Klaksvíkar manskór frumframførslu. Á skránni var m.a. ein forkunnugur ukrainskur sangur, sum varð sungin á ukrainskum.
Kórleiðarin, Daniel Rye, hugsaði at syngja onkran ukrainskan sang, sum er útsettur fyri manskór fyri at vísa samhuga. Hann fann ein, og so var næsta avbjóðingin at fáa onkran at læra mennininar at úttala orðini. Manskórið fekk Olgu Loburak, sum er slektað úr Ukraina og býr í Klaksvík at leggja lag á at úttala orðini og greiddi frá, at sangurin er ein kærleikssangur um tvey, sum ikki hava møguleika at vera saman, tí fíggindar í grannalagnum ikki vilja, at tey eru saman.
Høvið verður aftur at hoyra Klaksvíkar manskór framføra 1. mai á Skúlatrøð, tá ið Kvøldskúlaframsýningin verður. Kórið er skipað undir Klaksvíkar kvøldskúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo