Flytifuglar eitur nýggja hoyrispælið hjá Kringvarpinum. Talan er um eitt slag av jólakalendara, sum kortini ikki er so jólaligur, sambært Elin á Rógvi, sum hevur skrivað.
Hon hevur eisini skrivað sangin Fjøtraðir Skuggar til hoyrispælið, sum longu hevur verið at hoyrt einstakar ferðir í útvapinum.
Á samkomu í Kringvarpinum fríggjadagin, har høvið var at hitta nakrar av leikarunum, framførdi Lea Kampmann sangin. Klaverfylgispælið hevði Vinjar Egilsnes Petersen. Niclas Johannesen hevur gjørt lagið.
Í stuttum kann sigast um hoyrispælið, at tað er um smágentuna Mai sum býr í Vestmanna. Hon hevur ymsar avbjóðingar, sum børn í hennara aldri oftani hava. Vit fylgja henni og vinfólki hennara í leikinum, sum verður allan desember mánaða.
Um orsøkina til at hendingarnar fara fram í Vestmanna og har á leið sigur Elin á Rógvi, at tað hongur saman við, at hon hevur røtur í og kenslur fyri bygdini, har hon kortini ongantíð hevur búð.
Flestu leikarar í hoyrispælinum eru børn úr Vestmanna skúla.
(Haldið okkum tilgóðar fyri vánaligu ljóðgóðskuna)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo