Leygarkvøldið 23.nov. fara Hanus G. Johansen og Steintór Rasmusen at syngja, spæla og siga frá í Spaniastovu.
Á hvør sítt hátt hava teir borið føroysk orð og løg inn í hvønn krók hjá lurtarum sínum og út í hvønn krók í Føroyum: Heim, arbeiðspláss á sjógvi og á landi, barnagarðar, skúlar og aðrar stovnar fyri børn, ung og eldri.
Konsertin í Perluni í 1980 var ein av teimum fyrstu. Hon setti fer á spælingar teirra uttanfyri heimstaðin og gav eisini íblástur til at halda fram. Í 1985 spældu teir fleiri konsertir í Íslandi.
Við tíðini eru sangir teirra vorðnir fólksins ogn. Og fyri sínar dygdir eru Hanus G. og Steinór viðurkendir fyrst og fremst av áhoyrarum og lurtarum, men eisini við heiðursgávu og mentanarvirðislønum bæði frá Klaksvíkar kommunu, Mentanargrunni landsins og Miðlahúsinum.
Við serligu anda- og handaligu eginleikum sínum, við dirvi, árræði og áhaldni hava Hanus G. og Steintór ment dygdarvøru fyrst og fremst til hin føroyska tónleikamarknaðin, men sanniliga eisini uttanfyri 200 fjórðingamarki.
Í álvara og gaman hava teir ment sínar sangir. Til álvara og gaman hava teir borið fram sínar sangir. Til høgtíðsdagur og merkisdagar av øllum møguligum slag: Føðingar- og navnadagar, brúdleyp og jarðarferð og hátíðardagar til nærum allar aldursbólkar.
Við tíðini eru sangir teirra vorðnir fólksins. Og fyri sínar dygdir eru teir viðurkendir av áhoyrarum og lurtarum, kommunum og landinum.
23.nov. borðreiða teir við 5 stjørnaðum sangum og løgum í Spaniastovu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo