Leygardagin tann 8. Juli verður skipað fyri árliga afturvendandi tónleikatiltakinum á Oyrarbakka.
Føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá tíðliga á kvøldi til út á náttina.
Harumframt verður café-tjald, dansur í Eydnuni og annað á skránni.
Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni er í fokus.
Á økinum ber til at keypa sær ein bita og okkurt leskandi afturvið.
Tey fyrstu tónleikanøvnini verða kunngjørd í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo