Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Patrik Johannesen skoraði einsamalla málið, tá Føroyar fyri tveimum árum síðani vunnu 1-0 í venjingardysti á Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í alt tíggju dystir í hesum árinum – seks dystir í UEFA Nations League, og fýra venjingardystir.

Og nú er greitt, at ársins fyrsti dystur hjá Håkani Ericson og hansara monnum verður hósdagin 22. mars, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania.

Fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

Føroyska manslandsliðið hevur sjey ferðir áður roynt seg ímóti Liktinstein, og higartil hava Føroyar vunnið allar dystirnar, við samlaða málmuninum 17-4.

Í juni mánaða eru aftur tveir venjingardystir á skránni, og síðani verður Nations League í heyst. Lutakastið til Nations League verður hósdagin 8. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo