Næstu dagarnar fer hitin at liggja um 7 stig.
Ættin verður ímillum vestan og sunnan, og tað verður turt burtursæð frá onkrum ælstroyggi.
Mikudagin fer at regna, og ættin verður sum frálíður millum vestan og norðan og tað verður spakuliga kaldari.
Hósdagin strúkur í vindi ella hvassur vindur av norði, hitin um frostmarkið og kava- ella vátaslettingsæl.
Fríggjadagin fyrst norðan, hitin um ella beint undir frostmarkinum og mestsum stilli. Seinnapartin fer hann niður í beinan sunnan og frískar vindin upp í hvassan vind.
Næsta leygardag fyrst vestan og útsynningur, frískur vindur og hitin um 6 stig, seinni landsynningur og tað verður kaldari, um frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo