Norðanættin, sum vit uppliva í dag, heldur fram í morgin, tó verður heldur frískari vindur móti kvøldi men turt fyri tað mesta.
Týsdagin upp í strúk í vindi, skýggjað men mest turt og hitin 4-5 stig alt samdøgrið.
Mikudagin framvegis strúkur í vindi norðan men fleiri sólløtur og hitin kvinkast upp í eini seks stig.
Hósdagin makar hann vindin, turt og sól men kalt, 3-5 stig.
Fríggjadagin frískari vindur, nú av útnyrðingi, sól men sami hiti, 3-5 stig.
Næsta vikuskifti og fyrstu dagarnir í næstu viku verða merktir av nógvari sól og lítlum vindi, lovar langtíðarforsøgnin, men høgættin er ráðandi og tí verður ongin lýkka at tosa um, í mesta lagi 7 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo