Facebook-varskógvarin Francis Haugen var í «60 minutes» sunnudagin og kom við ikki smávegis skuldsetingum móti felagnum.
– Enn vísir Facebook at felagið velur profitt framum trygd. Felagið subsidierar og rindar fyri sín profitt við okkara tryggleika, segði Haugen, sum heldur at Facebook má regulerast.
– Tann útgávan av Facebook sum er í dag, pettar okara samfelag sundur og eggjar til etniskan harðskap um allan heimin, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo