Í kvøld kl. 20.00 hevur Fuglafjarðar Sangkór sína árligu konsert í Fuglafjarðar kirkju.
Fuglafjarðar Sangkór fekk góð skoðsmál á ársins kórfestivali, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í apríl mánaða.
Kórið hevur seinastu árini mest sungið fyri bygdafólkinum í heimbygdini, men herfyri fór kórið á eina leygardagsferð og hevði konsertir í Oyndarfirði og á Norðskála.
Eins og undanfarin ár syngur kórið blandaðan kórtónleik, alt frá Mozart til Waagstein, frá Russlandi til Noregs og til Kára Bæk í Tórshavn. Kórleiðari: Heðin Kambsdal Urguspælari: Petur Martin Johannesen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo