Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði 11 mió kr í halli í fjør. Tað skal samanberast við smáar 54 mió kr í vinningi í 2022.

Sølan í fjør var 703 mió kr sum er einar 230 mió kr minni enn árið frammanundan. Tað gjørdi at bruttovinningurin endaði á 84 mió kr sum er minni enn helvtin tað hann var. Rentuberandi skuldin, sum við árslog var 152 mió kr, kostaði í fjør áleið 16 mió kr. 

Miðaltal á fullsettum starvsfólkum minkaði úr 175 til 123. Lønirnar minkaðu úr 64 til 50 mió kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at kríggið ímillum Russland og Ukraina, og tað at føroysk skip ikki sleppa í bretskan sjógv at fiska, sum tey plagdu, ger sítt til vánaliga úrslitið.

Fíggjarjavnin hjá Varðanum Pelagic er 894 mió kr, eginognin 470 mió kr og stjóri er Bogi Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo