Í kvøld, mánakvøldið 15. mai kl. 19.30, fer Vestmanna Sangkór at hava árligu vár- og summarkonsertina í Vestmanna Kirkju.
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, uppií nakrir svenskir, íslendskir og onkur á látíni.
Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo