Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar.
Bólkarnir, sum fara at manna hesar pallar, eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur Enni og Hallur Joensen.
Konsertirnar vera skipaðar soleiðis, at tónleikararnir spæla 2 ferðir hálvan tíma í part, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar.
Fyrsta konsertin, sum verður í kirkjuni, byrjar kl. 20.00. Síðani byrja hinar konsertirnar við 20 minuttum millum hvørja. Seinna umfar byrjar kl. 21.40.
Tú kanst lesa meira á vestmanna.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo