Landsverk hevur í nógv ár havt aldumátarar liggjandi kring oyggjarnar, so siglandi fólkið kann kunna seg við faktisku umstøðurnar áðrenn lagt verður frá landi.
Tað er ikki óvanligt, at onkur teirra er óvirkin okkurt stutt tíðarskeið, kanska tí eitt battarí skal skiftast. Men í ár hevur verið heilt galið við aldumátaranum norðanfyri, sum verður nógv brúktur av teimum sum rógva út norðanfyri. Hann hevur verið óvirkin tað mesta av árinum.
Longu í mars mánaða gav ein av royndu útróðramonnunum, Doru á Torvlagnum, ilt av sær.
- Av tí at ongar aldumátingar eru norðanfyri, vita teir smábátar, sum fara ígjøgnum Eiðisflógvan í myrkri, einki um, hvat møtir teimum úti á havinum, segði Doru Tiberiu á Torvlaðnum, útróðrarmaður í Havn við Kringvarpið í mars.
Men hetta var eftir øllum at døma sum at sletta vatn á gás, tí nú einar fýra mánaðar seinni er støðan óbroytt. Og hjá Landsverki, sum hevur ábyrgdina av málarunum, eru tey farin í feriu.
Tó eru ábendingar um, at onkur er farin at ressast. VP hevur fingið upplýst frá keldum í Vørn, at aldumátarin sum eigur at vera norðanfyri og gera nyttu nú er komin umborð á Brimil, og møguliga verður lagdur út aftur longu í dag, nú ímeðan líkindini eru góð til tað.
Livst so spyrst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo