Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Ert tú journalistur ella samskiftisfólk og dugir tú væl at miðla tilfar, arbeiða á nýggju miðlapallunum og at taka myndir, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Høvuðsuppgávan er at skriva tíðindi til heimasíðuna og innannetið hjá Tórshavnar kommunu og at skriva røður og seta upp framløgur við modernaðum amboðum. Somuleiðis kanst tú vænta, at tú skalt loysa ítøkiligar samskiftisuppgávur í sambandi við ymiskar verkætlanir í kommununi. Myndatøka í sambandi við tiltøk hjá kommununi er eisini ein partur av starvinum.

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan er skrivstovan hjá borgarstjóranum og stjórnini, og er staðsett í ráðhúsinum á Vaglinum. Í Stjórnarskrivstovuni starvast 11 fólk. Uppgávurnar hjá deildini fevna um løgfrøðiliga ráðgeving á kommunala økinum, samskipandi uppgávur á ferðavinnu- og vinnuøkinum, móttøkuna í ráðhúsinum og samskipan av virksemi hjá stjórnini í mun til politiska myndugleikan og kommunalu umsitingina.

Førleikakrøv
Tann, ið sett/-ur verður skal vera útbúgvin journalistur, hava samskiftisútbúgving ella hava aðra líknandi útbúgving og viðkomandi royndir innan samskiftisøkið. Vit vænta, at tú dugir at orða teg væl á lættskiljandi føroyskum og enskum máli, og at tú hevur ans fyri og áhuga í tí, sum rørir seg innan sosialar miðlar, talgilding, politikk v.m.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv, ið verður at seta skjótast til ber. Løn og treytir verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Arbeiðstíðin er millum kl. 8 og 16, men í sambandi við býráðsfundir, uttanhýsis og innanhýsis tiltøk, móttøkur, vitjanir o.l. kanst tú rokna við øðrvísi arbeiðstíðum.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 20. september 2024.

Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Dam, deildarleiðara á Stjórnarskrivstovuni, magnusd@torshavn.fo ella við at ringja á telefon 21 40 04.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo