Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Felagið KIRVI í Lopra, ið áhaldandi roynir at vaksa um sítt vøruúrval, kom síðst í juni út við eini fløsku við passiónfruktsmakki íSweet & Sparkling røðini. Passiónsfruktdrykkurin er ein mildur, eksotiskur og frískligur drykkur, sum kann drekkast alt árið.

Tann nýggja KIRVI-íste’in, sum longu er á flestu handilshillunum, er eitt smakkbland av søtum og saftigum ferskum, natúrligum tebløðum ogsitrónsmakki, ið samanblandað gevur eina leskiliga smakkuppliving.

Kirvi strembar altíð eftir at gera vælsmakkandi hágóðskuvørur, ið eru eitt sunnari alternativ. Sum flest øll vita, so er tað tað náttúrureina og mineraliseraða KIRVI-vatnið úr Lopra, ið er grundarsteinurin og bulurin í makaleysu vørunum, sum KIRVI - nærlagt og góðskurtryggja – velur at koyra út á marknaðin. 

Í februrar varð KIRVI-vatnið umrøtt av fleiri vatnsommelierum á skeiði í Týskland, og tá fekk tað bestu skoðsmál; bæði sum reint vatn, men eisini sum sera væl hóskandi til smakkbland, ið nýggja Kirvi-íste’in eisini speglar væl. Men smakkurin fyllir lítið, tí omanfyri 99,5% av innihaldinum av øllum Kirvi vørum reint vatn úr Lopra.

- Okur eru ótrúliga spent uppá at presentera okkara seinasta ískoyti til Kirvi familjuna: Kirvi ferskusmakkað íste, sigur Hallur Augustinussen, stjóri á Kirvi.

Víðari sigur Hallur:

- Okur eru einasta virkið í Føroyum, sum hava eina ávegis góðkenning til natúrligt minreral vatn, ið opnar upp fyri heilt nýggjum møguleikum á altjóða marknaðinum, sum okur eru øgiliga spent uppá. Men fyrst og fremst ynskja okur at framleiða vørur, sum føroyingurin tekur til sín. Okra endamál er at framleiða burðardyggar og heilsugóðar vørur til føroyingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo