Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú hugsjónir um skúla og miðnámsútbúgvingar og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan økið, hevur tú møguleika at bjóða teg fram sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum rektara til Miðnám í Suðuroy at byrja tann 1. desesmber 2024 ella eftir nærri avtalu.

Miðnám í Suðuroy er ein gymnasialur miðnámsskúli, ið eisini bjóðar FHS Yrkisnám, Serbreyt og Føroyskt sum annaðmál. Skúlin húsast saman við Heilsuskúla Føroya.

Rektarin hevur mótvegis landsstýris-manninum ábyrgdina av øllum virksem-inum í miðnámsskúlanum umframt at hava ábyrgd av sjálvum bygninginum í góðum samstarvi við Heilsuskúlan.

Ábyrgd og uppgávur
Rektarin hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum í miðnáms-skúlanum, herundir fakliga, námsfrøðiliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd. Rektarin skal mynda miðnámsskúlan á ein sannførandi hátt og virka fyri góðum og mennandi arbeiðs- og lestrarumhvørvi.

Saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skal rektarin menna útbúgvingar skúlans, so tær alsamt lúka framtíðar og altjóða krøv.

Rektarin hevur fíggjarligu ábyrgdina, skal leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa ein skynsaman rakstur við neyvari

fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.

Persónurin
Rætti persónurin til rektarastarvið skal hava hug og hegni at leiða og skal kenna egnar dygdir og avmarkingar. Tað er týdningarmikið, at rektarin hevur evni og vilja at samstarva og samskipa, men samstundis styrkina at kunna standa eina í mótstøðu, uttan at missa fótafestið.

Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og megnar at røkka settum málum. Tú skalt vera framskyggin og hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.

Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skalt síggjast í starvinum og skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og næmingar umframt uttanhýsis við samstarvspartar o.o.. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.

Førleikar og royndir

  • Tað er eitt krav, at rektarin hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

  • leiðslu- og fyrisitingarligar royndir

  • tað kann vera ein fyrimunur at hava skeið í leiðslu ella leiðsluútbúgving

  • royndir og førleika at undirvísa

  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, skandinaviskum og enskum

Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 37. lønarflokki sambært Tænastumannafelag

Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 58.615,01  umframt 15 % í eftirløn um mánaðin.

Rektarin skal tola broytingar í setanarviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar.

Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
J. H. Schrøtersgøta 7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn

Ella sum t-postur til bumr@bumr.fo

Umsóknin skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. september  2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, á tlf. 555010 ella t-post PoulGeertH@bumr.fo.

Miðnám í Suðuroy hevur útbúgvingarnar Hugbreyt, Náttúrubreyt, Búskaparbreyt, FHS Yrkisnám, Serbreyt og Føroyskt sum annaðmál. Á Miðnámi í Suðuroy eru umleið 150 næmingar og 23 lærarar. Sí heimasíðu skúlans www.midnam.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo