Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Í sambandi við, at ein av okkara løgfrøðingum er í farloyvi, er eitt fulltrúastarv sum løgfrøðingur í Løgtinginum leyst at søkja til setan frá 1. novembur 2024 og fram til 1. oktobur 2025. Talan kann gerast um fast starv, tá hetta skeiðið er lokið.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • at vera nevndarskrivari í Uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum og varaskrivari í Vinnunevndini umframt møguligum øðrum nevndum

  • at vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingfólkum í sambandi við lóggávuarbeiði v.m.

  • at luttaka í vanligari málsviðgerð og umsitingarligum uppgávum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum til tíðir er rættiliga krevjandi, og har nógv er at gera og at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava útbúgving sum løgfrøðingur (Cand.jur.), hava góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt mál, hava hegni og áhuga fyri at arbeiða í politisku skipanini og hava góðan kunnleika til nýtslu av teldu. Kunnleiki og royndir frá arbeiði í landsfyrisitingini kunnu vera ein fyrimunur.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. septembur 2024, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo