Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Eitt farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. novembur í ár til 1. oktobur 2025. Talan kann gerast um fast starv, tá hetta tíðarskeiðið er lokið.

Uppgávurnar fevna um alt vanligt skrivstovuarbeiði og ávísar serligar uppgávur so sum at hava ábyrgdina av móttøkuni og telefonavgreiðslu, bílegging av ferðaseðlum v.m. og at vera nevndarrøkil í ymsum nevndum.

Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum.

Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur góðar telduførleikar og hevur áhuga í politiskum arbeiði.

Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3, Boks 208, 110 Tórshavn ella í telduposti til: starv@logting.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. septembur 2024, kl. 12.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tel. 520294.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo