“Faðir Vár” – sálmarøðin hjá Mikkjali á Ryggi er at finna í sálmabókini frá 394 til 404, sum her er førd fram av Niels Midjord og Eilin Hansen.
Tað er heilt fantastiskt at hoyra Niels Midjord greiða frá, hvussu tað hevur verið í Føroyum við tónleikinum innan kirkjugátt og hvussu ymsu økini hava tikið tónleikin til sín og lagað henda til.
Eg vil beinanvegin siga, at tað er eitt fantastiskt arbeiði Marianne Clausen og pápin hava lagt úr hondum, tí tað skal ikki so lítið av orku til at fáa fólk at syngja við sínum nevi og at eyðmerkja hvussu hesi tulka ávísu løgini.
Marianne fór um alt landið og fekk ikki færri enn 6100 upptøkur og komu 4 nótabøkur – í 2003 kvæðaløg – í 2006 sálmaløg – í 2010 vísuløg - í 2012 skjaldrini – íalt 3344 løg.
Í 2014 kom so 5 savnið “Føroya Ljóð” – 319 síður, tvær fløgur við upprunaupptøkum til 67 nótadømi, men var Marianne tá so illa fyri av sjúku, at hon ikki var til útgávuna í NLH.
Til hesa útgávuna eru løgini “Som den gyldne sol frembryder”, “Bryder frem i hule sukke” og “Vreden din afvend” úr sálmaløgunum – meðan “Eg gekk mær niðan liðið” er skjaldralag, “Grímur á Aksalvølli”, kvæði og “Lovmand og Tord” er úr vísuløgunum.
Tað er rættiliga sermerkt, at løgini verða sungin so ymiskt í ymsu bygdunum, men er hetta ivaleyst av staðbundnum uppruna, tí ikki var so lætt at ferðast millum bygdir.
Kingo hoyrist onkrastaðni meira enn aðrastaðni, men er ikki tikið so nógv við, tí hesin verður hildin uppi av kingobólkinum í Tjørnuvík.
Tað er eitt heppi val, at hava fingið Niels Midjord og Eilin Hansen at leggja røddir til, tí væl rigga tey saman og eisini hvør sær.
Tá eg hyggi eftir DVD´ini, fái eg eisini hesa kensluna av nærlagni og at Niels veruliga hevur lagt alla orku í, at minnið eftir Marianne Clausen skal standa klárt og greitt hjá føroyinginum.
Sálmarnir á útgávuni eru:
Faðir vár í himlasølum – lag: “Som den gyldne sol frembryder”
Heilagt títt navn verði – lag: “Grímur á Aksalvølli”
Komi ríki títt við megi – lag: “Som den gyldne sol frembryder”
Verði tín vilji – lag: “Lovmand og Tord”
Miskunnsami mildi Faðir – lag: “Bryde frem i hule sukke”
Fyrigev oss syndir várar – lag: “Bryde frem i hule sukke”
Javnt vit treingja til at biðja – lag: “Bryde frem i hule sukke”
Frels oss Guð frá hinum illa – lag: “Som den gyldne sol frembryder”
Guð, títt er ríkið
Guð, títt er valdið
Himmalski Faður! Tín er allur heiður
Eitt sindur ringt at geva stjørnur, men samanlagt er talan um væl frágingið arbeiði, so hon fær 4 av 6 stjørnum frá mær.
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo