Í kvøld verður konsert við bretska rockbólkinum Uriah Heep í Høllini á Hálsi í Havn.
Uriah Heep kom til landið í gjárkvøldið, og í dag taka teir sær av løttum og fyrireika seg til konsertina í kvøld.
– Tað er gott at vera í Føroyum aftur, siga teir í einari video-heilsan, teir hava sent føroyingum.
Uriah Heep telist millum klassisku rockbólkarnar, sum vóru við til at skapa og mynda upprunaliga bretska rocktónleikin í sjeytiárunum. Teir hittaðu við sangum sum Easy Livin’, Lady In Black, Stealin’, July Morning og The Wizard, og allar hesar sangir spæla teir live í kvøld.
Konsertin við Uriah Heep verður í Høllini á Hálsi í kvøld kl 21.00. Signar í Homrum hitar upp við Creedence-sangum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo