Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Í ár er asfaltering av vegunum uppraðfest við nýggjari játtan á 10 mió. kr. Henda játtan verður í 2024 økt til 12 mió. kr. Samstundis er játtanin til viðlíkahald av tunlum og brúm økt úr 5 mió. kr. í 2023 til 7 mió. kr. í 2024.
Í ár verða landsvegirnir til Fuglafjarðar, í Gøtu og í Kollafirði asfalteraðir. Væntandi verða hesi arbeiði liðug í oktobur. Eisini verður asfaltsbøting raðfest, og eru m.a. á skrá Gásadalsvegurin, vegurin á Giljanesi, Gomlurætt, inni á Sundi og Gjáarvegurin.
Landsvegirnir eru 477 kilometrar samanlagt, av hesum eru 32 kilometrar tunlar. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og Sandoyartunlar, sum samanlagt eru 33 kilometrar.
Verður hugsað um eftirsleipið av viðlíkahaldi av vegum, tunlum og brúm, so kundi játtanin verið hægri, men allir batar bøta og nú er gongd komið á at uppraðfesta hetta økið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo