Krabbameinsfelagið: Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu týskvøldið 26. apríl kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegi 58 í Havn.
Gunnvá A. Hansen, ið hevði krabbamein í 2007, og Halda Hansen, ið hevði krabbamein í 2019 og aftur í 2021, fara at tosa um hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein, hvussu tær fótaðu sær og hvussu tær hava tað í dag.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 25 apríl, kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo